www.el.fo
a
~

Ljósstýringar

Vit hjá ELFO hava drúgvar royndir innan ljósstýringar av ymsum slag og arbeiða dagliga við ljósstýringum til ymisk endamál. Vit hava fleiri útbúgvin fólk innan til KNX og hava fleiri ára royndir við KNX og DALI innleggingum.

Ein góð ljósstýring betrar um komfortin í bygninginum og upplivingina hjá brúkaranum. Harafturat er ljósstýringin við til at fremja orkusparingar við t.d. at sjálvvirkandi sløkkja ella dempa ljós, tá fólk fara úr rúmum.