www.el.fo
a
~

Eldávaring

Vit hjá ELFO er góðkend til at uppseta og servicera ymsar eldávaringaskipanir s.s. ABA, ABDL, ARS o.s.fr. Vit hava drúgvar royndir innan økið og eitt gott samstarv við álítandi veitarar.

ABDL – sjálvirkandi hurðaafturlating

ABDL-skipanir verða nýttar við brandhurðarnar, ið skilja økini at.

ABDL-skipanin heldur brandhurðum opnum undir vanligum umstøðum og sleppur hurðini, um vandastøða er. 

ABA – sjálvirkandi eldávaringarskipan

Endamálið við eini ABA-skipan er at varnast vandastøður skjótast møguligt, senda boð eftir hjálp og vegleiða fólkið í støðuni.

ABA-skipanin styrkir fyribyrgingina av vandastøðum og lættir um viðlíkahaldið av brandskipanini.

ARS – sjálvirkandi rúmsløkking

Í rúmum har sera týdningarmilil útgerð er ella lutir av høgum virðið, er vanligt at hava eitt rúmsløkkianlegg. ARS virkar við at trýsta ilt út úr rúminum, so eldur køvist rætttíðis.

AVA – sjálvirkandi varsliskipan

Í bygningum, har ynski fyrst og fremst er at verja fólk móti bruna, er ein AVA-skipan oftani ein góð loysn. AVA-skipanir kunnu deilast í tveir bólkar. Tann fyrri har alarmurin kemur frá sirenum og hin, har alarmurin kemur frá eini rødd úr hátalarum.