www.el.fo
a
~

Um virkið

El.fo Sp/f varð sett á stovn á sumri í 2002 av Jógvan Elias Jacobsen og Boga Slættanes.

Virkið verður í dag riki av Jógvan Elias Jakobsen, stjóra og Arna Debess, tekniska stjóra, sum í dag eiga virkið í felag.

Meginreglan hjá ELFO er at veita dygdargóðar tænastur, har góðskan altíð verður sett í hásæti. Vit royna altíð at stuðla undir góðum trivna í virkinum, og at starvsfólk okkara fáa ábyrgd og møguleika at mennast.

Umráðandi er, at viðskiftafólk okkara altíð hava álit á okkum. Tískil leggja vit okkum eftir at hava gott og álítandi samstarv. Somuleiðis leggja vit dent á fjølbroytni og stóra fakliga dygd, umframt at vit altíð eru til taks hjá viðskiftafólkum, tá brúk er fyri tí.

www.el.fo