[spacer height=”20px”]

Takk fyri luttøkuna á elstevnuni

Vit vilja við hesum takka øllum, ið nýttu høvið at vitja okkum í Norðurlandahúsinum 8. – 9. septembur 2015.

IMG_3804

Áleið 170 gestir vitjaðu stevnuna. Henda góða luttøka var við at lyfta hýrin á hægsta støði. Umframt vælvitjaðu stevnubásarnar vóru eisini fyrilestrarnir væl umtóktir, har spurningar frá áhoyrarunum eisini vóru viðgjørdir.

Um okkurt var við á stevnuni, ið hevur tykkara áhuga, ella um tit brenna inni við spurningum, tit ikki fingu svar uppá, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum hjá EL.FO á el@el.fo ella ringja á tlf 203 203.

EL.FO er í støðugari menning, tískil vilja vit fegin hava afturmelding frá tykkum viðv. stevnuni. Rís, rós og góð hugskot eru vælkomin. Skriva til okkum á stevna@el.fo.

Stóra takk fyri luttøkuna.

EL.FO

Sí myndir frá stevnuni her

[huge_it_slider id=”2″]